Rættskrivingarreglur
Stavraðið
- Í føroyskum skriftmáli verða 29 bókstavir nýttir.
- Smáir stavir: a, á, b, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, r, s, t, u, ú, v, y, ý, æ, ø.
- Stórir stavir: A, Á, B, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, R, S, T, U, Ú, V, Y, Ý, Æ, Ø.
Stórir og smáir stavir
- Meginreglan er, at øll orð uttan sernøvn verða skrivað við lítlum fyrstastavi.
Við smáum støvum
- Nøvn á mánaðum, vikudøgum, hátíðum og hátíðardøgum: januar, februar, o.s.fr., týsdagur, leygardagur,
jól, páskir, hvítusunna, skírhósdagur, langafríggjadagur, dýri biðidagur, jólaføsta, nýggjár, trettanda, føsta,
føstugangur (men: Kristi himmalsferðardagur), jóansøka, ólavsøka, mikkjalsmessa, tollaksmessa, flaggdagur.
- Nøvn á tjóðum og
íbúgvum: føroyingur, breti, dani, íslendingur, suðuroyingur, vágamaður,
havnarmaður, hvalbingur.
- Nøvn á monnum, ið
fylgja politiskum flokkum: fólkafloksmaður, javnaðarmaður, sambandsmaður,
sjálvstýrismaður, tjóðveldismaður.
- Samansett orð, har
ið fyrri liður er sernavn: nólsoyarbátur, hvalbiargrind, danmarkarferð,
grønlandskópur.
Við stórum stavi
- Við stórum stavi
verður skrivað fyrsta orð í teksti. Stórur fyrstistavur verður nýttur aftan á
punktum og eisini aftan á spurnartekn og rópitekn, tá ið hesi tekn hava gildi
sum punktum: Hvar fert tú? Til útróðrar.
Aftan á kolon verður nýttur:
- Stórur stavur við
beinleiðis talu og uppafturtøku: Guð segði: Verði ljós! Og tað varð ljós.
- Lítil stavur við
frágreiðingar, dømi o.tíl.: Trinnanda seðlar: bláir, gulir og reyðir.
Sernøvn
- Stórur stavur
verður nýttur í sernøvnum og felagsnøvnum, ið nýtt verða sum sernøvn.
- Eginlig sernøvn,
sum eru stakorð. Av meginbólkunum kunnu sum dømi verða nevnd: Fólkanøvn:
Sjúrður, Brynhild; Sigmundarson, Buðladóttir. Nøvn á djórum, skipum, bátum,
lutum: Snati, Flekka, Merkið (føroyska flaggið); Smyril (skipið). Staðanøvn:
Føroyar, Bretland, Tórshavn, Atlantshav. Gøtunøvn: Tróndargøta, Dalavegur.
Stjørnufrøðilig nøvn: Jupiter, Orion, Venus, men: jørðin, sólin, mánin, vetrarbreytin,
grannlýsið o.tíl. Trúarlig heiti: Gud, Guð, Harrin, Várharra, men: faðirin,
skaparin, sonurin, menniskjusonurin, frelsarin, heilagi andin. Nøvn á feløgum,
flokkum o.tíl.: Føroyingafelag, Fólkaflokkurin.
Tví- ella fleirliðað sernøvn
- Lýsingarorð framman
fyri ella aftan fyri navn verður skrivað við stórum stavi, um tað kennist sum
partur í navninum, t.d. Stóri Gutti, Ríki Jákup, Kálvur Lítli, Ólavur Heilagi,
Fjallið Mikla, Hellan Hála, Havið Kyrra. Men er lýsingarorðið at skilja sum
tittul ella starvsheiti, verður tað skrivað við lítlum stavi, t.d. Ólavur
kongur, Hákun jallur, Tróndur prestur.
- Í nøvnum á stovnum
er bert fyrra ella fyrsta orðið við stórum: Føroya landsstýri, Tjaldurs apotek.
Men stytt nøvn á almennum stovnum kunnu annaðhvørt verða skrivað við stórum
ella lítlum stavi: Løgtingið ella løgtingið, Landsstýrið ella landsstýrið,
Landsskjalasavnið ella landsskjalasavnið.
- Fyriseting undan
staðanøvnum verður skrivað við lítlum: við Á, undir Kletti, oman Garða.
- Hjáorð undan
staðarnavni kann verða skrivað við stórum, um tað kennist sum partur í
staðarnavninum, t.d. Inni í Dal, Frammi í Stovu, Yviri við Strond (men: eg gekk
yviri við Strond).
- Í sernøvnum við
fleiri liðum verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum stavi; er eitt ella
fleiri av seinnu orðunum sernavn, verður tað eyðvitað eisini skrivað við
stórum, t.d. Hitt kristiliga føroyska ungmannafelagið í Keypmannahavn,
Meginfelag føroyskra studenta (men stytt MFS), Hitt føroyska studentafelagið,
Sameindu tjóðirnar (men stytt ST).
- Í bókartitlum,
nøvnum á listaverkum o.tíl. verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum og hini
við smáum, uttan sernøvn, t.d. Feðgar á ferð, Hitt ævinliga gonguverkið,
Songbók Føroya fólks, Føroya kvæði (men stytt FK).
At býta orð sundur ímillum reglur
- Samansett orð
verða sundurbýtt eftir orðlutum, t.d.: skriv-stova, fiski-maður.
- Mong avleidd orð
verða eins og samansett orð sundurbýtt eftir orðlutunum, t.d.: frá-líkur,
viður-kenna, fiski-skapur, kjøkr-utur, turr-ligur, bind-indi.
- Ósamansett orð
verða býtt soleiðis, at orðstovnar standa fyri seg og endingar fyri seg. Hent
er at hava til reglu, at so nógv hjáljóð, sum til ber, koma við í fyrra lutin,
og at seinni luturin byrjar við sjálvljóði, t.d.: arm-ur, stór-ur, hundr-að,
tuberkl-ar, bát-arn-ir (ella: bát-ar-nir), kon-urn-ar (ella: kon-ur-nar),
stein-un-um.
- Viðm. Ansið eftir,
at orð verða sundurbýtt heilt øðrvísi í donskum enn í føroyskum. Fleiri orð eru
óbýtandi í føroyskum, sum høvdu verið tað eftir donskum reglum, t.d. goymsla,
brongla; eftir reglunum kundi verið býtt framman fyri -a, men ikki er siður at
lata stakstav fara niður á nýggja reglu, hann rúgvar ikki meir enn
bindistrikan. Harafturímóti er goymsl-an og brongl-aði sundurbýtandi.
Nær orð verða samanskrivað
- Stovnsamansetingar
verða skrivaðar í einum orði. Fyrri orðstovnurin í samanseting verður ikki
bendur eftir kyninum á seinna liði, t.d. maðurin er blíðoygdur, barnið er
blíðoygt; hvítkál, reyðkál, hvítvín, reyðvín.
- Byrjar seinni
liður í samansettum orði við hjáljóði, eigur ikki -ggj ella -gv at koma afturat
í fyrra liði, t.e. eingin skerping verður, t.d. blýfríur, blýlodd, blýpetti,
sjófiti, sjósíl. Byrjar seinni liður við sjálvljóði ella h framman fyri
sjálvljóð, verður skerping, t.e. -ggj ella -gv kemur ímillum, t.d. hoyggjhús, sjógvhøna.
- Hjáorð og
fyriseting verða skrivað í tveimum orðum, tá ið stýring kemur aftaná, annars í
einum orði, t.d. hann fór inn um dyrnar, men: kom innum! Fá tær mjólk út í
drekkað, men: fá tær útí; hann fór niðan á bakkan, men: komin niðaná, fekk hann
sær ein bita. Ikki at blanda við hjáorð, ið ikki verða samanskrivað, t.d. út
aftur, niður aftur.
- Orð, sum enda við
-megin, verða altíð skrivað í einum, t.d. báðumegin, hesumegin, hinumegin,
hvítumegin, høgrumegin, somumegin, øðrumegin.
- Ansið eftir ikki
at blanda saman orð sum t.d. ósmæðin og ov smæðin. Forstavilsið ó- merkir
ikki (ósmæðin ikki smæðin), og hetta verður skrivað í einum orði. Men ov
merkir meir enn gott er (ov smæðin smædnari, enn gott er); hetta verður
skrivað í tveimum orðum, og tað verður framborið sum [o:] (ikki sum [u]).
- Mælt verður til at
skriva heldur av stað enn avstað, í dag enn ídag, til lukku enn tillukku.
Teknseting
- Teknseting skal
gera tað, ið skrivað er, lættari at skilja. Teknini verða tí nýtt bæði til at
seta mark hugsanarliga og málfrøðiliga og til at greina styttri ella longri
steðgir (íhald).
Punktum
- Punktum merkir, at
høpið er at enda komið. Punktum verður sett aftan á høpisheild (sjálvstøðugan
setning): Marjun hevði ta gávu at kunna síggja á fólki, hvat tey hugsaðu. Nú ið
maðurin nærkast, kennir froðbingurin, at hetta er hin fyrri bóndin í Kirkjubø.
Semikolon
- Semikolon verður
eins og punktum nýtt aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning), men merkir
styttri íhald enn punktum, men heldur longri enn komma. Tað er vanligt at seta
semikolon, tá ið tvær høpisheildir eru ein eind mótvegis tí, ið undan og aftaná
stendur: Í gjár var eg í Vágum; í morgin fari eg til Suðuroyar.
Komma
- Komma verður sett
til at skilja sundur heilmeiningar, sum hoyra saman, eitt nú tá ið tær eru
samanbundnar við og, men. Eitt lúgvar, annað brýtur. Skrín hansara kom tó
aftur til Føroya, og harí var norska lóg og ein altartalva. Hon settist at
gráta, men Guttormur royndi at ugga hana.
- Eisini verður
komma sett við ófullfíggjaðar setningar, har ið t.d. sagnorðið er undirskilt
frá setninginum frammanfyri: Hann fór til høgru, eg til vinstru. Komma skilur
setning frá tiltaluorði: Kom higar, Hanus! Jóannes, far mær eini ørindi!
- Eisini til at seta
mark millum høvuðssetning og eykasetning og eykasetningar sínámillum: Hann
kvíðaði fyri, at hann fekk ikki kúnna, um Hanus fekk at vita, at tað var
Jørundur, ið hevði verið og sagt frá.
Komma inni í setningi
- Millum javnskipaðar liðir, ið ikki eru samanbundnir við sambindingarorði, og millum
javnskipaðar liðir, ið eru samanbundnir við men: Hon keypti mjøl, sukur, epli
og te. Skrivstovukonan er bæði dugnalig, íðin og blídlig. Hann er ungur,
men sterkur.
- Undan og aftan á
ávísingarlið í samstøðuskipan (appositión): Hægsta fjallið í Føroyum,
Slættaratindur, er 882 metrar høgt. Viðm. Vanliga verður komma ikki sett undan
ávísandi yrkisheiti, ið er viðurnevni at kalla: Tróndur prestur; Janus skald;
Jóannes bóndi.
- Við hvørt framman
fyri og aftan á orðasambond, ið hava vissa sjálvstøðu í setninginum, eyðkend
við íhaldi: Vit fara av stað fyrsta dagin, kanska longu í morgin. Tað kostaði
20 kr., alt íroknað.
Frávik frá reglunum um kommaseting
- Um liður í
høvuðsetninginum er tætt knýttur at eftirfylgjandi eykasetningi, kann komma
verða sett undan hesum liði: Hann helt av stað, í somu løtu sum boðini komu.
Vit fingu okkum at eta, hálvan tíma áðrenn vit plagdu. Eg tosaði við hann, ein
tíma áðrenn hann fór (men við aðrari merking: Eg tosaði við hann ein tíma,
áðrenn hann fór). Tað er ikki annað, enn væntandi var.
- Komma verður ikki
sett, tá ið ikki sæst, hvar eykasetningurin tekur við: Tað er langt síðan eg
havi sæð hann. Soleiðis við setningaflættan: Hvat heldur tú klokkan er? So væl
hevði eg ikki hildið tað fór at falla í lag. Hetta er ein bók, sum eg haldi tær
fer at dáma væl. Somuleiðis, har tveir eykasetningar eru saman um fyrsta orð:
Urtin trívst best, har lendið er vátligt og skuggi er. Ein summardag, tá ið
sólin skein og fuglarnir lótu.
Kolon
- Kolon verður sett
undan beinleiðis talu: Hann segði: Eg komi, um eg sleppi. Harafturímóti: Eg
komi, segði hann, um eg sleppi. Eg komi, um eg sleppi, segði hann.
- Í summum førum við
upprokning ella nærri frágreiðing: Skandinavisku londini: Danmørk, Noreg og
Svøríki. Nú skilti eg: maðurin var blindur.
Gásareygu
- Gásareygu verða
sett við beinleiðis talu: Tá ið tú sigur beinan vegin, meinar tú um ein
hálvan tíma.
- Stundum um
bókartitlar, nøvn á lutum, stovnum o.tíl.: strandfaraskipið Smyril; Feðgar á
ferð eftir Heðin Brú.
- Tað verður mælt
til at seta gásareyguni aftan á skiltekn sum punktum, komma, spurnartekn,
rópitekn.
Spurnartekn
- Spurnartekn verður
sett aftan á spurnarsetningar (høpisheildir). Eru fleiri spurnarsetningar
samanbundnir, verður spurnarteknið javnan sett aftan á hin seinasta: Vilt tú
hava te, ella dámar tær betur kaffi? (Men hin vegin ikki eftir
spurnareykasetning: Hann spurdi, um eg vildi hava te.)
Rópitekn
- Rópitekn verður
nýtt aftan á útróp og aftan á boðs- og hugssetningar: Hey! Tví vorði tær!
Gev mær knívin! Gævi satt, eg var liðugur!
Tankastrika
- Tankastrika til at
marka íhald, sum okkurt óvæntað kemur aftan á: Nú havi eg funnið knívin; hann
var í slíðrunum!
- Fyri og eftir
innskot: kemur hann og tað vóni eg fara vit at spæla kort.
Klombur
- Klombur verða sett
uttan um innskot, frágreiðingar o.tíl. Klombur um orð, orðlutir ella setningar
verða nýtt at marka uppískoyti, neyvari frágreiðing, tilskilan ella
valmøguleikar: Slættaratindur (í Eysturoy) er hægsta fjall í Føroyum. Í steðginum
fæst okkurt drekkandi til keyps (sodavatn, øl, kaffi). Eyga eitur eygu(r) í
fleirtali.
Klombur og onnur tekn
- Punktum, semikolon
og komma verða altíð sett aftan á eini klombur, og semikolon ella komma verða
ongantíð sett undan einum klombrum. Jákup spældi ikki við í dag (hann var
sjúkur); men vit vunnu dystin kortini. Útvarp Føroya (sum byrjaði at senda í
1957) hevur ment seg nógv.
Bindistrika
- Bindistrika verður
nýtt, tá ið fleiri samansett orð eru um sama orðlut: vanlukku- og
ábyrgdartrygging; út- og innflutningur.
- Við orðbýti millum
reglur.
- Við samanseting av
tølum og bókstøvum: 1990-árini, A4-stødd.
- Við samanseting av
byrjanarstøvum og smáum bókstøvum: ST-sáttmáli, ES-frágreiðing, HF-prógv.
- Tá ið hóskandi er
at býta samansetingarliðir sundur: ikki-álopssáttmáli, i-umljóð,
Versailles-sáttmálin, norskt-svenskt samarbeiði, føroysk-donsk orðabók.
- Millum navn og
eyðkennisnavn frammanfyri, t.d. Uppsala-Pætur, Nólsoyar-Páll.
- Í merkingini frá
til: opið mánadag-fríggjadag 9-16. 10.-21. partur (hvørfall). 1.-10.
oktober; veturin 1994-95.
Burturfalsmerki
- Burturfalsmerki
(apostroff) verður nýtt, tá ið bókstavur er burturúrlagdur (ofta í skaldskapi):
Gakk tú fram við góðum treyst.
Styttingarmerki (punktum)
- Styttingarmerki
(punktum) verður nýtt, tá ið orð verður stytt, við at bókstavir verða
burturúrlagdir: hr., t.d., o.s.fr. (Styttingar verða skrivaðar við ongum gloppi
ímillum).
- Eftir raðtøl
verður altíð nýtt punktum: 29. juli. (Glopp skal vera millum raðtal og tað
orðið, ið aftaná kemur).
- Punktum verður
ikki nýtt í sambandi við hesar styttingar: m (metur/metrar), l (litur/litrar),
kg (kilogramm), km (kilometur/metrar). Men punktum verður nýtt í styttingini
kr. (króna/krónur).
- Í styttingum sum
SAS, EFTA, USA, ST verður punktum heldur ikki nýtt.
Staða- og fólkanøvn
Føroysk staðanøvn
- Føroysk staðanøvn,
ið eru lýsingarorð saman við navnorði, verða skrivað í einum orði (t.d.
Langasandur, Lítlagil), tó við hesum undantøkum: Lítla Dímun og Stóra Dímun.
Staðanøvn, sum hava lýsingarorðið aftanfyri, verða skrivað í tveimum og við
stórum í báðum orðum, t.d. Gjógvin Lítla.
- Nøvn, ið eru
navnorð saman við fyrisetingarliði, verða skrivað í trimum, navnorðini við
stórum og fyrisetingin við lítlum, t.d. Áin í Rættum, Fjallið millum Botna.
- Øll onnur orð, ið
eru samansett av fleiri liðum, verða skrivað í einum, hvussu langar
samansetingarnar annars eru, og hvussu tær annars eru vorðnar, t.d.
Brattaskoragjógv, Fuglfjarðarskarð, Heimantúnstriðingur.
Fyrisetingar framman fyri staðanøvn
- av og á hoyra
saman: á Eiði av Eiði; eg búgvi á Eiði; eg eri av Eiði; á Strondum av
Strondum.
- í og úr hoyra
saman: í Havn úr Havn; eg búgvi í Havn; eg eri ættaður úr Havn; í Vatnsoyrum
úr Vatnsoyrum.
- við og frá hoyra
saman: við Gjógv frá Gjógv; hann býr við Gjógv; hann er ættaður frá Gjógv;
við Ljósá frá Ljósá; við Norðskála frá Norðskála.
- Gevið gætur, at
tað eitur í Syðradali og úr Syðradali í Streymoy, men á Syðradali og av
Syðradali í Kalsoy.
- Um skip og bátar,
sum liggja á sjónum úti fyri bygdini ella við bryggju, siga vit í flestum førum
ikki, at tey liggja í men á (á Vestmanna), og teir fara ikki úr men av (av
Vestmanna). Lómur kom á Havnina; kl. 19 fer hann av Havnini til Danmarkar.
- Góður føroyskur
málsiður er at hava fyrisetingina í framman fyri oyggjanøvn og oyggjalandanøvn:
í Føroyum, í Hetlandi, í Orknoyggjum o.s.fr. Danskt og onnur skandinavisk mál
nýta harafturímóti fyrisetingina på í tílíkum føri sum t.d. på Færøerne, på
Shetlandsøerne. Tá ið tað kemur til fjarari lond, hava vit lyndi til at skifta
lag, taka fremmanda háttin og nýta á fyri í: á Álandi, á Filipsoyggjum
o.s.fr. Fóru vit eftir føroyskari málkenslu, søgdu og skrivaðu vit heldur í
Álandi, í Filipsoyggjum o.s.fr.
Bústaðurin í hvørjumfalli
- Mælt verður til at
hava t.d. gøtunavn, bygdar- ella býarnavn, oyggjarnavn o.tíl. í hvørjumfalli
við ongari fyriseting sum t.d. bústaðarnavn ella uttanáskrift á brævi, t.d.
Bogi Ísaksson, Fuglafirði, Anna Jógvansdóttir, Garðagøtu 5, Vági, Ormur
Ívarsson, Skála. Er gøtunavnið sett saman av fleiri nøvnum, verður síðsti
navnaliður skrivaður leysur frá, t.d. V.U. Hammershaimbs gøtu 16.
Fólkanøvn
- Fólkanøvn eru
sernøvn og bendast eins og felagsnøvn, t.d. Finnur, Finn, Finni, Fins;
Tróndur, Trónd, Tróndi, Tróndar; Ása, Ásu, Ásu, Ásu; Turið, Turið, Turið,
Turiðar.
- Konufólkanøvn, ið
enda við -in og -un (t.d. Guðrun, Katrin, Marjun), hava í hvønnfalli endingina
-a (Guðruna, Katrina, Marjuna) og í hvørjumfalli -i (Guðruni, Katrini,
Marjuni), men tey konufólkanøvn, ið enda við -unn, t.d. Ingunn, Tórunn, eru
óbend í hvønn- og hvørjumfalli, men í hvørsfalli er endingin -ar, t.d.
Ingunnar. Konufólkanøvn, ið enda við -vá (t.d. Gunnvá, Oddvá, Rannvá), eru
óbend í hvønn- og hvørjumfalli. Í hvørsfalli er endingin -ar. Navnið Sunniva bendist
sum t.d. Ása.
- Mannfólkanøvn sum
Beinir, Birgir, Grettir, Tórir o.tíl. eru torbend á nútíðarmáli. Tann
bendingarflokkur, sum hesi nøvn hoyra uppí, er burturdottin í nútíðarføroyskum,
og tí verður mælt til at hava sama snið í hvønnfalli sum í hvørfalli, t.d.
Brestir, men í hvørjum- og hvørsfalli: Bresti, Brestis. Í nøvnum sum Halgir,
Lykkir og Melkir er hevd fyri at hava -ir í stovninum gjøgnum alla bendingina,
t.d. Halgir, Halgir, Halgiri, Halgirs, og nøvn sum Jaspur, Øssur og Gissur hava
-ur í stovninum gjøgnum alla bendingina.
- Í fólkanøvnum, sum
hava endingina -s í hvørsfalli, verður hetta -s varðveitt, tá ið -son ella
-dóttir verður lagt afturat, t.d. Eiriksson, Eiriksdóttir í hvørfalli, (men
-dóttur í hinum føllunum).
- Í styttingum av
nøvnum og navnorðum eigur hvørsfalsending ikki at koma fyri, t.d. limir FK (og
ikki: limir FKs). Styttingin umboðar orðið í øllum føllum, eisini í
hvørsfalli.
Talorð
- Talorð verða nýtt,
tá ið greiðast skal frá, hvussu nógv er til av teimum lutum, ið um er talað. Í
føroyskum eru tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fimmti, seksti,
sjeyti, áttati og níti, og tey yngru/donsku: tretivu, hálvtrýsinstjúgu ella
hálvtrýss, trýsinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs,
fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems. Tað eru trý sløg av
tølum: grundtøl, raðtøl og skiftitøl.
- Grundtøl verða
nýtt, tá ið nakað verður talt beinan vegin, t.d. ein, tveir, tríggir, fýra. Av
grundtølum bendast einans tey trý fyrstu. Øll hini grundtølini bendast ikki.
- Raðtøl verða nýtt,
tá ið sagt verður, hvussu lutirnir standa á rað, t.d. fyrsti, annar, triði,
fjórði. Fyrsti er til bæði í veikari og sterkari bending, alt eftir tí ið
samanhangið krevur. Annar var upprunaliga sterkt bent í øllum føllum, men í
nýføroyskum ber til at siga t.d. aðru ferð í hvønnfalli (í gomlum máli var tað
aðra ferð). Triði (hvønnfall triðja), fjórði, fimti og uppeftir er alt bert
veikt bent.
- Skiftitølini eru
bert trý í tali: einir, tvinnir og trinnir í kallkyni, einar, tvinnar og
trinnar í kvennkyni og eini, tvinni og trinni í hvørkikyni. Tey bendast eins og
lýsingarorð. Tey verða bert nýtt um fleirtalsorð, og tey siga, hvussu nógv pør
eru av hvørjum luti: einir slíðrar, einar brillur, tvinnir skógvar, tvinnar
hosur og tvinni hosubond. Tað eitur einar hosur, tá ið vit tosa um eitt
hosupar, men ein støk hosa. Eisini t.d. um samheildir sum eini kort
(spælikort), eini avroð.
Trý og tríggir
- Trý verður einans
skrivað við ý, tá ið tað stendur einsamalt; men verður nakar bókstavur skoyttur
upp í orðið, hevur tað í (tríggir, tríati, trímenningur, trífalt). Onnur
talorð, t.d. fýra og trýss hava altíð ý. Mælt verður til, at grundtalið 50
verður skrivað við tveimum mum fimmti til at greina tað betur frá raðtalinum
fimti (5.).
Talstavir ella bókstavir
- Í nógvum førum er
skilabetri at nýta tøl, sjálvt um tey eru lægri enn 10. Tað geldur serliga í
hesum førum: 1. Við styttingar o.s.fr.: Talorð, sum standa saman við styttingum
ella teknum, verða vanliga skrivað við tølum: 4 kg 3 km 4 l 5 kr. 8 % 10 $.
- 2. Tíggjutalstøl og brot: Eisini tøl, sum eru
partar av tíggjutalstølum ella brotum, verða vanliga skrivað við tølum, hvussu
lág tey enn eru: 6,4 8,2 km/l 3,75 kr. 3½ kr. 3. Hagtøl o.a.: Tað sama
geldur í sambandi við hagtøl og talsamanberingar og í neyvari taláseting
yvirhøvur. 4. At finna aftur: Eisini tá ið um ræður at finna tøl skjótt aftur
í einum teksti, kann orsøk vera at skriva tey við talstøvum heldur enn við
bókstøvum. Harafturat er lættari at raka við tøl á eini blaðsíðu. 5.
Reglufesti: Annars er at vera reglufastur í sama teksti.
- Upphæddin á kekkum
skal altíð skrivast við bókstøvum og tá við norrønum talheitum, men gevið
gætur, at einki glopp skal vera ímillum orðini, t.e. alt skal skrivast í einum,
t.d. trýhundraðogfimmti 00/100 (350,00). Gevið gætur, at trý í hesum føri
verður skrivað við ý!