Megindeildarráðið fyri Náttúruvísindadeildina |
Megindeildarráðið hevur til uppgávu at stýra Megindeldini fyri Náttúruvísundi.
Tað tekur formellar avgerðir, so sum at góðkenna skeið, áseta próvtøkur og
endurpróvtøkur, góðkenna fíggjarætlan o.s.fr. Leiðsluna hevur
megindeildarformaðurin.
Læraraumboð og starvsfólkaumboð verða vald fyri 3 ár, meðan næmingaumboðini
verða vald hvørt ár.
Megindeildarformaður er Hans Pauli Joensen, lektari.
Læraraumboð:
Starvsfólkaumboð:
Næmingaumboð:
Skrivari:
Megindeildin verður stýrd av einum megindeildarráð, sum samsvarandi løgtingslógini fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur 6 valdar limir: trý umboð fyri føstu lærararnar, eitt fyri starvsfólkini og tvey fyri næmingarnar. Um uttanseturslærarar eru tilnevndir, kunnu teir velja eitt umboð sínámillum, og tá verða føstu læraraumboðini tvey í tali. Næmingarnir sita eitt ár í senn, meðan hini sita trý ár í senn.
Megindeildarráðið er valt at stýra megindeildini. Tað hevur ábyrgd av tilevningum av námsskipanum á deildunum og av, at útbúgvingar verða avrikaðar eftir galdandi fyriskipanum. Ein partur í hesum er at góðkenna próvdømingarhættir og gera tilmæli um próvdómarar. Landsstýrið hevur endaligu góðkenningina av próvdómarunum, sum í flestu førum eru frá útlendskum hægri lærustovnum. Próvtøkurnar verða endaliga fastlagdar av megindeildarráðnum.
Megindeildarráðið viðger spurningar um góðskriving við Fróðskaparsetrið av útbúgvingum, sum næmingar hava tikið á øðrum lærustovnum, og gevur setursráðnum tilmæli.
Megindeildin tryggjar sær, at samlaða játtanin, ið er latin til deildirnar undir
megindeildarráðnum, verður hildin. Hetta verður gjørt við javnan at viðgera
fíggjarstøðuna á deildunum.
Starvsumsóknir til leys vísindastørv á Náttúruvísindadeildini og Teldudeildini
verða viðgjørdar í megindeildarráðnum, sum ger tilmæli til setursráðið um
manning av nevndum, ið skulu meta um førleikan hjá umsøkjarum. Við støði í
metingarúrslitunum gevur megindeildarráðið setursráðnum tilmæli um starvsseting.
Somuleiðis gevur megindeildarráðið setursráðnum tilmæli um starvsloysn og farloyvi
hjá lærarum.
Aftur til Høvuðssíðuna